




















Líðargøta 48
827 Ørðavík
seltPrísur
850,000Slag
Sethús
Stødd
120m²
Grundøki
1185m²
Hædd
3
Kømur
2
Ár
1915
Sjarmerandi og innflytingarklár hús til sølu
Hesi sjarmerandi húsini eru innflytingarklár og hava fingið fleiri umvælingar seinnu árini, millum annað nýtt elnet, nýggj rør, nýggjar radiatorar, bjálving og nýtt baðiverilsi.
Enn er møguleiki at seta sín egna dám á húsini.
Í stovuhædd er inngongd og køk/alrúm. Á 1.hædd eru 2 kømur og trappupallur.
Kjallarin er í góðum standi og kann brúkast sum hann er ella har kann gerast eitt verilsi og eitt baðiverilsi aftrat.
Húsini liggja á stórum øki við tilhoyrandi stórum verkstaði. Økið hevur nógvar møguleikar, sum til dømis at dyrka grønmeti, halda smærri djór ella skapa ein hugnaligan hava við fleiri uppihaldsstøðum.
Húsini liggja tætt við ferjuleguna á Krambatanga og hava gótt útsýni yvir allan fjørðin.
📍 Adressa: Líðargøta 48, 827 Øravík
🌿 Grundøki: 1185m2
🏡 Búvídd: 120m2
🛏️ Kømur: 2 + trappupallur
Prísuppskot: 850.000kr
Síðan vit flyta til Danmarkar í septembur, ynskja vit at selja húsini í hesum sambandi. Um tú vilt vita meira ella síggja húsini kanst tú ringja 289943
Fylgiskjøl
einki fylgiskjal
Skuffusøla
Vit seta fólk saman
Ikki allar ognir eru á almenna marknaðinum. Vit vita um ognir í skuffuni og seta keyparar og seljarar saman — persónligt og í trúnaði.
Ognir í skuffuni
Vit hava yvirlit yvir ognir, sum ikki eru lýstar alment. Sig okkum hvat tú leitar eftir, so royna vit at finna nakað, sum hóskar.
Sel í loyni
Ynskir tú at selja uttan almenna lýsing? Vit kunnu seta teg saman við rætta keyparan uttan at lýsa alment.
Byt ogn
Ynskir tú at byta? Vit seta teg saman við onkran, sum hevur tað tú leitar eftir — og sum leitar eftir tíni ogn.




















