logo
OgnirUm

Persónsverndarpolitikkur

Vælkomin á Lista.fo. Títt privatlív hevur týdning fyri okkum. Hesin persónsverndarpolitikkurin greiðir frá, hvussu vit savna inn, brúka, lata og tryggja tínar upplýsingar, tá ið tú vitjar heimasíðu okkara.

Upplýsingar, sum vit savna inn

  1. Persónsupplýsingar:

    • Innritanar upplýsingar: Vit brúka Clerk.dev til at avgreiða brúkaragóðkenning umvegis sosialar innritanir og teldupost. Hetta fevnir um tína teldupostadressu og allar upplýsingar, sum verða deildar gjøgnum tínar sosialu innritanarprofilar.
    • Skrásetingarupplýsingar: Upplýsingar sum tú gevur um tína ogn, eitt nú bústað, prís, myndir og tekstlýsingar.
  2. Brúkaraupplýsingar:

    • Upplýsingar um, hvussu tú fært atgongd til og brúkar okkara heimasíðu og títt samskifti við funktiónirnar á heimasíðuni.

Hvussu vit brúka tínar upplýsingar

Vit brúka tær innsavnu upplýsingar til fylgjandi endamál:

  • At veita okkara tænastur: At vísa lýsingina av tíni ogn á okkara heimasíðu.
  • Fyri at betra um okkara tænastur: At skilja, hvussu brúkarar samskifta við okkara heimasíðu fyri at betra um brúkaraupplivingina.
  • At samskifta við teg: At senda dagføringar, fráboðanir og upplýsingar, sum hava við tína nýtslu av okkara tænastum at gera.

Deila tínar upplýsingar

Vit deila ikki, selja ella býta ikki tínar persónligu upplýsingar út til triðjapartar, uttan so tad verður lýst sum niðanfyri:

  • Við tínum samtykki: Vit kunnu deila tínar upplýsingar við triðjapartar, um tú gevur okkum beinleiðis samtykki til tað.
  • Av lógarligum orsøkum: Vit kunnu lata tínar upplýsingar fyri at halda lógarbundnar skyldur, verja okkara rættindi ella svara lógligum áheitanum.
  • Við Bugv.fo: Vit hava avtalu við bugv.fo um at skava okkara almennu dátur og vísa listarnar á teirra síðu, til gagns fyri okkara brúkarar.

Dátutrygd

Vit seta hóskandi tøknilig og skipanarlig tiltøk í verk fyri at verja tínar upplýsingar móti ólógligari atgongd, broyting, upplýsing ella oyðilegging. Meðan vit stremba eftir at verja tínar persónligu upplýsingar, kunnu vit ikki tryggja tær fullkomnu trygdina.

Tíni rættindi

Tú hevur rætt til:

  • At fáa atgongd til, dagføra ella strika tínar persónligu upplýsingar.
  • Mótmæla ella avmarka viðgerðina av tínum persónsupplýsingum.
  • Taka títt samtykki aftur til eina og hvørja tíð.

Fyri at nýta hesi rættindi, vinarliga set teg í samband við okkum á [email protected].

Broytingar í hesum persónsverndarpolitikki

Vit kunnu dagføra okkara persónsverndarreglur av og á. Vit boða tær frá broytingum við at leggja nýggja persónsverndarpolitikkin út á hesa síðuna. Tad verður mælt til, at tú kannar hesar persónligu dátureglurnar við jøvnum millumbilum fyri broytingum.

Set teg í samband við okkum

Hevur tú spurningar ella ivamál um hendan persónsverndarpolitikkin, kanst tú seta teg í samband við okkum á [email protected].