Treytir
Vælkomin til lista.fo. Við nýtslu av tænastu okkara á heimasíðuni, samtykkir tú at verða bundin av hesum tænastutreytum. Um tú ikki tekur undir vid hesum treytunum, skalt tú ikki brúka okkara tænastu.
Nýtsla av tænastuni
-
Førleiki:
- Tú skalt vera minst 18 ár fyri at brúka okkara tænastu.
- Við at brúka okkara tænastu váttar tú og staðfestir, at tú hevur lógarførleika til eftirlíka okkara treytum.
-
Brúkara skráseting:
- Fyri at lista eina ogn, skalt tú skapa ein brúkara vid tín sosiala miðil ella tín teldupost.
- Tú samtykkir at geva rættar, aktuellar og fullfíggjaðar upplýsingar undir tilmeldingini og at dagføra slíkar upplýsingar fyri at halda tær rættar, aktuellar og fullfíggjaðar.
-
Brúkaraskyldur:
- Tú hevur ábyrgdina av at varðveita trúnaðan um tínar kontu innritanar upplýsingar og av øllum virksemi, sum fer fram á tínum brúkara.
- Tú samtykkir, at tú ikki fert at brúka heimasíðuna til nøkur ólóglig ella óviðkomandi endamál.
At Lista Ognir
-
Listaupplýsingar:
- Tá ið tú skalt lista ognir til sølu á heimasíðu okkara, skalt tú veita neyðugar upplýsingar, eitt nú búðstað, prís, myndir, og tekstlýsing.
- Tú hevur ábyrgdina av at tryggja, at allar upplýsingarnar eru rættar, dagførdar og fullfíggjaðar.
-
Forboðnar listingar:
- Tú kanst ikki lista ognir til sølu, sum tú ikki hevur lógarheimild til at selja.
- Vit tilskila okkum rættin at strika alla skráseting, sum brýtur hesar treytir ella á annan hátt verður mett óhóskandi.
Dátudeiling og nýtsla
-
Dátuhandfaring:
- Vit brúka Clerk.dev til at umsita brúkaragóðkenning og goyma persónligar upplýsingar á tryggan hátt.
- Vit deila ella býta ikki tínar persónligu upplýsingar út, undantikið tær, sum eru partur av okkara kjarnu tænastu ella sum er kravdar við lóg.
-
Deiling við triðjapartar:
- Fyri at gagna okkara brúkarum, hava vit eina avtalu við bugv.fo um, at tey kunnu brúka okkara dátur, sum er almannakunngjørdar, fyri at tær kunnu vísast á heimasíðu teirra.
Ognarrættur
-
Ognarrættur:
- Alt innihald á heimasíðuni, eisini tekstur, grafikkur, búmerki, og myndir, er ogn hjá lista.fo ella innihaldsveitarunum og er vart av upphavsrættar- og øðrum hugverkslógum.
-
Brúkarainnihald:
- Við at senda innihald inn á heimasíðuna, gevur tú okkum eitt ikki-einkarættarligt, royaltyfrítt, heimsumfatandi, varandi loyvi til at nýta, endurgeva, broyta og vísa slíkt innihald í sambandi við rakstur og lýsing av heimasíðuni.
Avmarking av Ábyrgd
-
Fráboðan:
- Heimasíðan er veitt á einum "sum er" og "sum tøkt" grundarlagi uttan nakra ábyrgd av nøkrum slag, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis.
-
Avmarking:
- Í ongum føri hevur lista.fo ábyrgdina av óbeinleiðis, tilvildarligum, serligum avleiðingum ella revsiverdum skaðum, sum standast av ella eru tengdir at tíni nýtslu av heimasíðuni.
Broyting av treytum
Vit tilskila okkum rættin til at broyta hesar tænastutreytir til eina og hvørja tíð. Vit boða tær frá broytingum við at leggja nýggju tænastutreytirnar út á hesa síðuna. Tín framhaldandi nýtsla av heimasíðuni eftir slíkar broytingar merkir, at tú góðtekur nýggju tænastutreytirnar.
Set Teg Í Samband við Okkum
Hevur tú spurningar ella ivamál um hesar tænastutreytir, kanst tú seta teg í samband við okkum á [email protected].