














Undir Glaðsheyggi 1
100 Tórshavn
Prísur
6,000,000Slag
Sethús
Stødd
78m²
Grundøki
88m²
Hædd
3
Kømur
4
Ár
2028
Hús við góðari staðseting og møguleikum
Hugnaligu húsini liggja ómetaliga væl fyri í veðurgóðum øki, einans eitt hanagleiv oman á Áarvegin. Hóast hesa serstøku staðseting mitt í býnum, hevur ognin sera gott útsýni oman á Tinganes, vesturbýin og niðan á Oyggjavegin.
Ognin liggur í fylgi viđ byggisamtyktini hjá Tórshavnar Kommunu í 2. grundumráði, ið er lagt til blandaða bústaða- og miðstaðarbygging. Miðstaðarbygging má einans vera hús, sum verða innrættað til handlar, skrivstovur, stovnar, gistingarhús, matsovurmentanarligir stovnar og tíllíkt.
Við staðseting upp at minnismerkinum av Niels R. Finsen, ríkisumboðnum og LÍV tryggingini (Quillingsgarđur), hevur núverandi eigari áður arbeitt við eini verkætlan, at byggja húsini um til matstovu. Skitsur av verkætlanini ið eru teknaðar av J. P. Gregoriussen liggja undir Fylgiskjøl. Fyri rætta keyparan eru góðir møguleikar við hesari ogn, men neyðug loyvi mugu fáast til vega.
Talan er um eini eldri hús, byggiárið er ókent. Ognin er dagførd leypandi tey seinastu árini og er í góðum standi, men hava sín serstaka dám og byggistíl, ið er varveittur.
Í miðhæddini er durur/gongd, baðirúm, køkur, spísirúm, stova og trappugongd. Í ovaru hæddini er eitt rúm við hanabjálkum og skráveggum við tripel. Í niðastu hædd er lágur kjallari.
Prísuppskot er 6.000.000 krónur ella um nøktandi boð fast.
Áhugaðir keyparar kunnu síggja og gjøgnumganga ognina eftir nærri avtalu.
Eg taki mær rættin, at gera av, um eg svarið boðum, og hvør fær keypsrættin.
Tilber eisini at ringja ella senda sms á 513421 fyri at hoyra nærri.
Skuffusøla
Vit seta fólk saman
Ikki allar ognir eru á almenna marknaðinum. Vit vita um ognir í skuffuni og seta keyparar og seljarar saman — persónligt og í trúnaði.
Ognir í skuffuni
Vit hava yvirlit yvir ognir, sum ikki eru lýstar alment. Sig okkum hvat tú leitar eftir, so royna vit at finna nakað, sum hóskar.
Sel í loyni
Ynskir tú at selja uttan almenna lýsing? Vit kunnu seta teg saman við rætta keyparan uttan at lýsa alment.
Byt ogn
Ynskir tú at byta? Vit seta teg saman við onkran, sum hevur tað tú leitar eftir — og sum leitar eftir tíni ogn.














