logo
OgnirUm
Property

Undir Heygnum 15

100 Tórshavn

Prísur

3,300,000

Slag

Sethús

Stødd

84m²

Grundøki

399m²

Hædd

1

Rúm

8

Ár

1963

Hús til sølu við góðari staðseting í Vesturbýnum

Talan er um eini hús í einari hædd, ið liggja í einum friðaligum umhvørvið tætt við stovn, fólkaskúla, miðnámsskúla, Sandagerð, handlar o.a.

Húsini eru frá 1963, men eru umvæld í tíðarskeiðnum 2015-2022, millum annað eru øll vindeygu og klædningur skiftur. Gólvhiti er lagdur í alt húsið, undantikið í vaskirúminum.

Húsini eru 84 m² og 110 m² við terassu og er samlaða víddin á grundstykkinum 399 m². Húsini hava tvey kømur, WC við brúsu, stova og køk í einum, gongd, vaskirúm og við einum goymslurúmi undir húsunum. Privat parkeringspláss við plássi fyri tveimum bilum á ognini. Húsini mangla partvís at verða dagførd, tað ið eftir er, er vaskirúm, terrassa, havi og garður rundanum húsini.

Gjørligt er at byggja eitt ella tvey kømur har terrassan er, so her eru eisini møguleikar hjá keypara, at seta sín egna dám á ognina.

Húsini hava havt sama eigara síðan 1993 og kunnu seljast við møblum.

Prísuppskot 3.3 mió. kr.

Ynski er um ein skjótan handil, áhugaði eru vælkomin at senda eini boð umvegis Samband niðanfyri.

Samband

Fylgiskjøl

einki fylgiskjal